Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Er føroyska veðurlagið broytt? 

At føroyska veðrið er skiftandi, vita vit. Men hvussu er við varandi veðurlagsbroytingum í Føroyum? Síggjast broytingar í veðurlagnum á okkara leiðum? Hvørjar kanningar og mátingar hava vit, sum kunnu vísa okkum hetta?  

Í eina tíð hava umboð fyri føroyskar almennar stovnar hitst, at umrøða vitan um føroyska veðurlagið. Eitt endamál hevur verið at fyrireika eitt tiltak, har vitan um veðurlag verður løgd fram. 

Undir heitinum “Er føroyska veðurlagið broytt?” verður skipað fyri einum Veðurlagsdegi , har ljós verður varpað á tøl og vitan, sum kunnu lýsa føroyska veðurlagið og veðurlagsbroytingar. 

Á veðurlagsdegnum verða dátur og kanningar, sum stovnarnir varða av, løgd fram og umrøtt verður í hvønn mun tað ber til at staðfesta veðurlagsbroytingar í Føroyum.  

Veðurlagsdagurin 2024 verður á Hotel Hafnia 19. mars , seinnapartin. Tiltakið er alment og ókeypis, tó krevst tilmelding. Tú kanst melda teg til her. 

Fyriskipararnir av degnum eru Veðurstova Føroya, Havstovan, Umhvørvisstovan, Landsverk, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Hagstovan. 

Nærri kunning og skrá koma seinni.