Elverkið á Sundi
Umhvørvisárinsmetingin er góðkend.

Umhvørvisstovan hevur hin 22. mai 2017, sambært løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, góðkent:
Umhvørvisárinsmeting av elverki hjá SEV á Sundi.
Góðkenningin er almenn og sæst her.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mánadagin 19. juni 2017.
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Ingvard Fjallstein, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo
Umhvørvisstovan hevur hin 22. mai 2017, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent:
P/F Havsbrún, Mjøl- og fóðurdeild, Bakkavegur 48, 530 Fuglafjørður
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 21. juni 2017.
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Ingvard Fjallstein, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo