Einki úrslit
Undanfarna síða
Leiting framd av
Næsta síða

Ein øðrvísi skattur funnin í eini fjøru

Í vár var Emil, sum gongur í 9. flokki á  Skúlanum á Giljanesi, í starvsvenjing á Umhvørvisstovuni. Endamálið við starvsvenjingini var at geva Emil innlit í arbeiðið hjá stovninum. Sum partur av starvsvenjingini  hjálpti Emil við ymiskum arbeiðsuppgávum. Millum annað var hann við granskingartoyminum.

Ein av døgunum gekk leiðin til Kirkjubøar, har granskingartoymið arbeiðir við eini verkætlan um plasteftiransing. Í verkætlanini eru fjørurnar í Søltuvík, Kirkjubø og á Eiði valdar út til regluligar skrásetingar. Í eitt tíðarskeið verða fjørurnar ikki ruddaðar, og síðani verður alt burturkastið savnað saman og skrásett. Endamálið er at fáa meira vitan um, hvat og hvussu nógv burturkast rekur á land í Føroyum.

Á túrinum varð nógv ymist burturkast funnið í fjøruni.

Millum tað, sum var rikið á land, var ein fløskupostur.

Inni í fløskuni lá eitt bræv, sum hóast ferðina tvørtur um hav var sera væl varðveitt. Brævið var dagfest fyrst í februar 2026 og hevði sín uppruna á oynni Barra í Skotlandi. Tað var ein smágenta, ið hevði sent fløskupostin.

Emil og fløskuposturin við brævinum, sum hevði ferðast úr Skotlandi til Føroyar.

Tað hevur eydnast at fáa samband við skúlan, sum gentan gongur á, og síðani hava vit eisini verið í samband við foreldur hennara. Tað var stuttligt at kunna boða teimum frá, at fløskuposturin hevði ferðast alla leið til Føroyar – og at hann varð funnin í eini føroyskari fjøru fleiri mánaðir seinni.

Tað er ikki hvønn dag, at arbeiði í eini granskingarverkætlan førir til eina slíka óvæntaða søgu. Fløskuposturin gjørdist tí ein góð áminning um, at fjøran av og á goymir meira enn bara burturkast.

Sjúrður Hammer gjørdi tann 16. juni 2026 samrøðu í sendingini Summarmorgun um verkætlanina um plast eftiransing og um fløskupostin.

Kunngerðir