Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Byrjan av náttúruverndarmáli í Saksun

Umhvørvisstovan er farin undir at lýsa eina møguliga náttúruvernd í Saksun. Í hesum sambandi er faldari gjørdur, sum skal kunna um økisvernd umframt tilgongdina, tá farið verður undir viðgerð av økisverndarmálinum.

Øll við áhuga fyri verndini av økinum hava møguleika at gera vart við viðurskifti, sum kunnu fáa týdning fyri eina møguliga vernd.

Uppskot og viðmerkingar til verndarætlanina kunnu sendast Umhvørvisstovuni áðrenn týsdagin 17. desembur 2024. Vinarliga skriva til us@us.fo ella til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-165 Argir, Vernd.

Til ber at lesa faldaran “Saksun – Byrjan av verndarmáli” her.