Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Býir og bygdir í hvørjumfalli

Tað munnu vera fleiri, sum ivast í hvussu býir og bygdir eita í hvørjumfalli. Tí hevur Umhvørvisstovan gjørt ein lista við bý- og bygdarnøvnum. Listin umfatar býir/bygdir, sum hava egið postnr.

Umhvørvisstovan umsitur adressuskránna og hevur tí javnan brúk fyri at nevna býir og bygdir. Hesi skulu sjálvsagt bendast rætt, og tískil hevur Umhvørvisstovan gjørt ein lista við bý- og bygdarnøvnum. Umframt at siga, hvussu býurin ella bygdin nevnist í hvørjumfalli, síggjast fyrisetingarnar eisini í listanum.

Dømi 1: Eg búgvi á Argjum. Eg eri av Argjum.
Dømi 2: Hann býr við Gjógv og er ættaður frá Gjógv.

Eisini ber til at heinta listan á heimasíðuni, um ein ynskir at brúka listan í forritum so sum Excel ella Access. Listin (postnr.txt) kann, saman við øðrum listum yvir eitt nú kommunur (kommunur.txt) og veganøvn (veg_geo.txt), heintast her.

Postnr. StaðFyriset.Hvørjumfall
100TórshavníúrTórshavn
160ArgiráavArgjum
175KirkjubøuríúrKirkjubø
176VelbastaðuráavVelbastað
177Syðradalur, Str.íúrSyðradali, Str.
178NorðradaluríúrNorðradali
180KaldbakíúrKaldbak
185KaldbaksbotnuríúrKaldbaksbotni
186SundáavSundi
187HvítanesáavHvítanesi
188HoyvíkíúrHoyvík
210SanduráavSandi
220SkálavíkíúrSkálavík
230HúsavíkíúrHúsavík
235DaluríúrDali
236SkarvanesáavSkarvanesi
240SkopuníúrSkopun
260SkúvoyíúrSkúvoy
270NólsoyíúrNólsoy
280HesturíúrHesti
285KolturíúrKoltri
286Stóra Dímuní/áúr/avStóru Dímun
330StykkiðáavStykkinum
335LeynaríúrLeynum
336SkælinguráavSkælingi
340Kvívíkíúr