Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Bygging av Eysturoyartunnlinum

Lýsing av ískoytistreytum til umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur hin 5. desember 2017, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent:

Ískoytistreytir til umhvørvisgóðkenning (dagfest 25. nov. 2016) hjá P/F Eystur- og Sandoyartunlar: At byggja undirsjóvartunnil millum Skálafjørð og Suðurstreymoy og annað virksemið, ið hartil hoyrir, Mál nr. 15/00389-35.

Ískoytið sæst her

Góðkenningin dagfest 25. nov. 2016 sæst her

Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi týsdagin 16. januar 2018.