Bryggjarí fingið umhvørvisgóðkenning

Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hin 20. desember 2021, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, við seinni broytingum, hevur góðkent:
Bryggjaríið P/F OY, Heykavegur 4, 100 Tórshavn
Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og her.
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 17. januar 2022 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo. Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna til landsstýrismannin saman við viðkomandi skjølum.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo