Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Borgarafundur í Saksun um verndarøki

Mikudagin 13. novembur verður borgarafundur um møguligt verndarøki í Saksun.

Fundurin verður kl. 19.00 á Kvíggjarhamri í Saksun og er almennur. Neyðugt er tó við tilmelding við at senda ein teldupost til theresaj@us.fo.

Tað eru borgarar í Saksun, sum hava heitt á Umhvørvisstovuna um at verja eitt øki við pollin, við heimild í Náttúruverndarlógini.

Kunngerð um bráðfeingisvernd av sandheyggjunum varð sett í gildi í Saksun í summar, tí týðilig tekin vóru um slit. Uppmerking varð gjørd fyri at leiðbeina og fáa fólk at ganga út á sandin og runt um sandheyggjarnar. Gildistíðin hjá eini kunngerð um bráðfeingisvernd er avmarkað til fýra ár.

Á fundinum verður kunnað um tilgongdina, tá arbeitt verður við at gera eina verndarkunngerð, og hvussu fólk og aðrir áhugapartar kunnu veita upplýsingar, sum eru viðkomandi fyri skipan av verndini.

Skráin er hendan:

kl.

19.00  Vælkomin

19.05  Hví reisa verndarmál?

Umboð fyri stigtakarar

19.15  Verndarøki í Saksun

Theresa Jákupsdóttir, náttúrumálsviðgeri, Umhvørvisstovan

19.50  Orðið er frítt

20.30  Liðugt                                                                                                                                                                                                                

Drekka verður at fáa.