Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Borgarafundur í Mykinesi um náttúruvernd

Mánadagin 16. juni 2025 verður borgarafundur um møguligt náttúruverndarøki í Mykinesi.

Fundurin verður kl. 15.00 í dansistovuni og er almennur. 

Havstovan, Tjóðsavnið, Umhvørvisstovan og Visit Faroe Islands sendu hin 8. juni 2020 eina felags áheitan til Yvirfriðingarnevndina um at mæla landsstýrinum til at friða Lamba og Dalin í Mykinesi við kunngerð sambært § 8, stk. 1, í náttúrufriðingarlógini.

Yvirfriðingarnevndin mælti í skrivi hin 28. apríl 2021 til at seta í verk friðing fyri at verja lundan í móti ov nógvari ferðslu í økinum í bútíðini hjá lundanum. Men av tí at nýggj náttúruverndarlóg var ávegis, valdi landsstýrið at bíða til nýggja lógin varð sett í gildi.

Náttúruverndarlógin ásetur nýggjar reglur um m.a. skipan av verndarøkjum, og kemur í staðin fyri partar av náttúrufriðingarlógini. Umhvørvisstovan hevur fingið til uppgávu at umsita náttúruverndarlógina, og málið um verju av náttúruvirðum í Mykinesi bleiv tí lagt til Umhvørvisstovuna at viðgera.

Á fundinum verður kunnað um tilgongdina, tá arbeitt verður við at gera eina verndarkunngerð, og hvussu staðkend fólk og aðrir áhugapartar kunnu veita upplýsingar um náttúruna og annað, sum er viðkomandi fyri skipan av verndini. 

Skráin er hendan: 

kl. 

15.00  Vælkomin 

Sigurð í Jákupsstovu, stjóri, Umhvørvisstovan

15.05 Um Lamba og Dalin – brúk og náttúruvernd

Umboð fyri hagapartarnar

15.45 Verndarøki í Mykinesi 

Helena Davidsen, náttúrumálsviðgeri, Umhvørvisstovan 

16.20  Orðið er frítt 

17.00  Liðugt 

Drekka verður at fáa. 

M/F Jósup fer úr Sørvági kl. 13.30, og úr Mykinesi kl. 18.15. 

Mykines hevur serliga náttúru og er eitt Ramsar-verndarøki við altjóða týdningi fyri fugl. 

Í viðgerðini av eini møguligari náttúruvernd av Mykinesi, verður dentur lagdur á at hava eina tilgongd, har øll sjónarmið verða tikin við. Tí verður m.a. skipað fyri almennum fundi. 

Áðrenn endalig verndarkunngerð verður orðað, ger Umhvørvisstovan eina verndarætlan við týdningarmestu avleiðingunum, sum økisverndin kann væntast at fáa. Í hesum sambandi vil Umhvørvisstovan fegin hoyra frá øllum, sum hava eina vitan, sum kann hava týdning fyri verndina í Mykinesi. 

Borgarar, stovnar, feløg, virkir og aðrir áhugapartar kunnu senda uppskot og viðmerkingar til Umhvørvisstovuna í seinasta lagi mánadagin 11. august 2025. Vinarliga skriva til us@us.fo ella til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-165 Argir, Vernd, og viðmerk j.nr.: 24/17511. 

Kunngerðir