Biogassverkið á Hjalla
Góðkenning av umhvørvisárinsmeting
Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan hin 3. apríl 2019, við heimild í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, við seinni broytingum, hevur góðkent:
Umhvørvisárinsmeting av biogassverki hjá Förka á Hjalla í Hoyvík
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum.
Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi 1. mai 2019.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Góðkenningin sæst her.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo