Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Alivirksemi á Trongisvágs- og Hvalbiarfirði fingið umhvørvisgóðkenning

Lýsing av umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent:

Alivirksemi hjá P/F Bakkafrost Farming á Trongisvágsfirði og Hvalbiarfirði.

Góðkenningin er almenn og sæst hon her

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mikudag 5. juni 2019.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo