Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Ætlan um at bøta um fixpunktini

Nútíðar tøkni krevur alsamt meiri av neyvleikanum av fixpunktum. Altjóðagerðin ber eisini í sær, at tað er torført at arbeiða í eini serføroyskari k-skipan

Í 1980’unum vórðu gps-málingar gjørdar í einum 80 av teimum 5500 fixpunktunum í landinum. Øll fixpunktini blivu umroknað, og úrslitið var, at øll punkt fóru at liggja í eini nýggjari k-skipan, nevnd FK89 (tvs. Føroyskir Koordinatar 1989).

Hæddirnar á fixpunktunum blivu tó ikki umroknaðar, og tí byggja tær tí framvegis upp á gamlar mátingar.

Nútíðar tøkni setir alt størri krøv til neyvleikan av fixpunktum, og her eru stórir feilir serliga í hægddunum. Altjóðagerðin hevur eisini við sær, at torført er at arbeiða í eini serføroyskari k-skipan.

Fundarluttakarar aftast frá vinstru: René Forsberg (DRC), Arnold Thomassen (US), Louise Corneliussen (KMS), Karsten Engsager (DRC), Petur Nielsen (US), Tord Bengtsson (KMS). Fremst frá vinstru: Anne Marie Norby (LV), Per Knudsen (DRC), Lola Bahl (KMS) og Stein Fossá (US).

Í døgunum 5. og 6. februar 2008 var arbeiðsfundur hildin í Føroyum. 10 fólk frá Umhvørvisstovuni (US), Landsverk (LV), Kort- & Matrikelstyrelsen (KMS) og Danmarks Rumcenter (DRC) vóru á fundinum. Her varð skipað fyri tíðarætlan, mannagong og arbeiðsbýti, so at tey kundu fara undir at bøta um fixpunktsnetið. 

Vatnstøðumáting

Ætlanin er, at Landsverk skal seta 10 vatnstøðumátarar upp ymsastaðni í Føroyum, og við teimum fer so at bera til at fastleggja eina nýggja miðalvatnstøðu.

Presisiónsnivellement

Presisiónsnivellement skal gerast úr Sørvági til Klakvíkar og úr Havn til Eiðis. Hetta arbeiðið gera KMS og US í felag. Nivellementið verður gjørt sum rullandi nivellement við serútgjørdum bilum frá KMS. 

Tyngdarmátingar

Nýggjar tyngdarmátingar skulu gerast úr fjalli í fjøru í øllum landinum við tí endamáli at fastleggja geoiduna við einum neyvleika upp á 1 cm. DRC fer at taka sær av hesum í samstarvi við US. Endamálið við at hava eina so neyva geoidu er, at tá fer tað at bera til at fastleggja hæddir við gps við hesum neyvleika.

Føroyska geoidan. Myndin vísir, at vatnyvirflatan als ikki er "vatnrøtt". Hæddin er tó ov nógv avgjørd, og eindin upp og niður, ið sæst ovast vinstrumegin, er í metrum.

GPS-mátingar

Sum lið í altjóðagerðini er ætlanin, at US skal gera gps-mátingar í viku 40 av umleið 5 fixpunktum runt um í landinum. Samstundis skulu gps-mátingar gerast í Grønlandi, Íslandi, Skandinavia og Baltalondum. Soleiðis verða øll londini knýtt saman við stórum neyvleika í eini felags skipan. Lond flyta seg, og tí verða slíkar mátingar gjørdar við føstum millumbilum, men seinast slík máting varð gjørd í 2003, vóru Føroyar ikki við. 

Permanent gps-støð

Ætlanin er eisini at seta eina sama slag permanenta gps-støð sum í fleiri av hinum londunum upp í Føroyum. Við eini slíkari ber til alla tíðina at síggja, hvussu Føroyar flyta seg í mun til onnur lond. Við at seta slíkar mátingar í samband við vatnstøðumátingar ber eisini til at fylgja við veðurlagsbroytingum.

Frágreiðing frá arbeiðsfundinum kann lesast her.