Adressur í Fugloy
Fólk í Fugloy skulu nú, eins og fólk í restini av landinum, venja seg til at nýta gøtunøvn og adressur. Adressurnar í Hattarvík og á Kirkju eru nú góðkendar.
Bygdaráðið í Fugloy hevur nú fingið gjørt adressur í Hattarvík og á Kirkju.
Vegurin millum bygdirnar nevnist Fugloyarvegur. Haraftrat eru 4 vegir í Hattarvík og 7 vegir á Kirkju.
Teir 4 vegirnir í Hattarvík eita:
Niðri í Húsi
Millum Húsa
Uppi í Húsi
Bakkavegur
Teir 7 vegirnir á Kirkju nevnast:
Bakkabrúgvin
Beitisvegur
Reynavegur
Í Túni
Kalavegur
Skoragjógvarvegur
Í Garðinum
Adressukort av Hattarvík og Kirkju síggjast á heimasíðuni sum pdf ella á www.kagi.fo.