Adressukunngerðin broytt
Í sambandi við manntalið, sum verður hildið seinni í ár er adressukunngerðin broytt
Í nýskipanini av adressunum í Føroyum hevur høvuðsdenturin verið lagdur á at fáa veganøvn og húsanummur til øll hús í landinum. Hetta arbeiðið er nú endað, men stórur tørvur er framvegis á at fáa eindarskrásetingina upp á pláss, tvs. um fleiri eindir hava sama húsanummar.
Hetta er serliga galdandi fyri bústaðarblokkar og onnur fleirfamiljuhús. Við broytingunum í kunngerðini eru fortreytirnar fyri hesum arbeiði í lagi, so tann føroyska adressuskráin nú kann gerast fullfíggjað.
Broytta adressukunngerðin kann lesast her.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.