Privatlívspolitikkur
Heimasíðan
Hesin privatpolitikkur greinar, hvørjar persónsupplýsingar verða savnaðar á heimasíðuna hjá Umhvørvisstovuni, og hvat hetta verður brúkt til.
HVØRJAR UPPLÝSINGAR SAVNA VIT?
Tá tú ferðast á okkara síðu, savna vit upplýsingar um tína tóleind (teldu/teldil/snildfon). Hesar upplýsingar fevna um:
- Slag av tóleind
- Slag av kaga (browser)
- Tíðarsonu
- Hvørjar síður, tú vitjar
- Hvussu tú fanst fram til okkara síðu
Tøknin, vit nýta til innsavnan, er cookies sum eru eru dátufílur, sum verða goymdar á tíni tóleind.
HVUSSU BRÚKA VIT HESAR UPPLÝSINGAR?
Upplýsingar um tóleindir
Vit brúka upplýsingar, ið vit savna inn um tóleindir o.a., til at hava eyguni við møguligum álopum á síðuna. Vit brúka eisini hesar upplýsingar til at betra um okkara síðu, so at vit kunnu geva tær eina betri uppliving.
DÁTUVIÐGERÐ
Dátuviðgerðin fyri hesa heimasíðu er: Umhvørvisstovan – V-tal: 405388 og heldur til á:
Traðargøta 38
160 Argir
Tlf. 243400
Teldupostur: us@us.fo
Heimasíðuða: www.us.fo
TÍNI RÆTTINDI
Tú hevur rætt til atgongd til allar upplýsingar, vit goyma um teg. Tú kanst eisini biðja um, at upplýsingarnar um teg verða tillagaðar ella strikaðar. Ynskir tú innlit í upplýsingar, vit goyma um teg, ella ynskir tú at broyta ella strika hesar upplýsingar, so send okkum ein teldupost á us@us.fo.
Vit svara tínum fyrispurningi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at boðini eru móttikin.
SPURNINGAR?
Ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á 342400 ella á us@us.fo.
DAGFØRINGAR
Okkara privatpolitikkur verður dagførdur, tá ið viðkomandi broytingar eru. Vit mæla tær til at vitja hesa síðu av og á og kunna teg um galdandi privatpolitikk.
Seinast dagført 04. Juli 2023.
Umhvørvisstovan
Privatlívspolitikkur
Hesin privatlívspolitikkurin snýr seg um, hvussu Umhvørvisstovan innheintar og viðger persónupplýsingar í sambandi við virksemið hjá stovninum.
Vit viðgera tær upplýsingar, ið tú letur okkum, ella sum vit innheinta, í samsvari við galdandi reglur. Vit eru sera tilvitað um, at tínar upplýsingar skulu viðgerast við virðing fyri trúnaðinum á upplýsingunum og fyri tínum privatlívi.
Umhvørvisstovan tekur dátutrygd og verju av tínum persónupplýsingum í størsta álvara. KT-skipaninar hjá Umhvørvisstovuni eru tryggjaðar av verndarskipanunum hjá KT Landsins, sum regluliga verða dagførdar.
Hvat eru persónupplýsingar?
Umhvørvisstovan viðger tær persónupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at loysa uppgávurnar hjá stovninum. Sum persónupplýsingar verða roknað: Ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni, t.e. tann skrásetti.
Skilt verður ímillum vanligar persónsupplýsingar og viðkvæmar persónsupplýsingar. Umhvørvisstovan skrásetir í flestu førum einans vanligar persónsupplýsingar í sambandi við myndugleikauppgávurnar hjá stovninum. Vanligir persónsupplýsingar kunnu t.d. vera: Navn, adressa, føðingardagur, bústaður, starv, útbúgving, bilur, nummarpláta, familjuviðurskifti osfr.
Viðkvæmar persónsupplýsingar, ið eru skrásettar í landsfólkayvirlitinum, eru ómynduggering við dóm, upplýsing um at persónur fer inn at sita og limaskapur í fólkakirkjuni. Í vápnaskránni eru goymdar revsiváttarnir við møguligum revsilógarbrotum. Talan kann eisini verða um heilsuupplýsingar grundað á ummæli frá psykiatriini ella ummæli frá løgregluni.
Umhvørvisstovan sum dátuábyrgdari
Umhvørvisstovan er dátuábyrgdari fyri tær persónupplýsingar, vit fáa frá tær ella um teg í sambandi við eitt mál ella eina áheitan.
Umhvørvisstovan viðger tær persónupplýsingar, sum tú letur okkum, ella sum vit fáa frá øðrum myndugleikum, fyritøkum ella borgarum. Umhvørvisstovan kann eisini sjálvt innheinta upplýsingar um teg frá øðrum myndugleikum, fyritøkum ella borgarum, tá ið tað er neyðugt fyri at røkja uppgávurnar hjá stovninum.
Heimildirnar hjá Umhvørvisstovuni at viðgera persónupplýsingar
Meginparturin av viðgerðini hjá Umhvørvisstovuni av persónupplýsingum verður framd sum liður í almennari myndugleikaútinnan. Viðgerðarheimildinar hjá Umhvørvisstovuni eru sambært hesi lóggávu:
- Tinglýsingarlógin (ll 55/1962)
- Lóg um fólkayvirlit (41/2007)
- Matrikullógin (ll 64/1962)
- Adressulógin (ll 17/2002)
- Navnalógin (ll 41/2002)
- Kunngerð um skráseting av skotvápnum (k 74/2016)
- Kunngerð um vápnaprógv (k 93/2016)
- Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 3 og/ella nr. 5 (ll 80/2020)
- Dátuverndarlógin § 12, stk. 1, nr. 2
- Fyrisitingarlógin § 2 (ll 132/1993)
Umframt heimildirnar í serlóggávu, verður P-talið eisini viðgjørt við heimild í § 16, stk. 1 í dátuverndarlógini.
Umhvørvisstovan hevur eisini ein farsporpolitikk (cookiepolitikk), ið greiður frá, hvussu vit viðgera farspor á okkara heimasíðu. Tú kanst lesa meira um farsporpolitikkin her.
Hvør hevur atgongd til tínar upplýsingar?
Starvsfólk á Umhvørvisstovuni hava atgongd til tínar persónupplýsingar í tann mun, tað er neyðugt fyri viðgerðina av tínum máli/áheitan ella okkara uppgávu sum almennur myndugleiki.
Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?
Upplýsingar um teg verða goymdar so leingi, vit meta, at tað er neyðugt til tess at kunna halda okkara skyldu sum almennur myndugleiki og til tess at halda galdandi lóggávu, undir hesum løgtingslóg um skjalasøvn.
Starvsumsóknir verða burturbeindar eitt ár aftaná, at Umhvørvisstovan hevur tikið avgerð í málinum.
Nær geva vit tínar upplýsingar víðari?
Vit víðarigeva bara upplýsingar, tá ið tað er neyðugt fyri at kunna útinna okkara myndugleikauppgávur. Upplýsingar kunnu eisini verða víðarigivnar, um tað er neyðugt til tess, at aðrir almennir myndugleikar kunnu útinna teirra uppgávur og sambært reglunum um innlit í fyrisitingarlógini og innlitslógini.
Upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum er atkomuligar á Heldini fyri almennir stovnar og fyritøkur, ið hava heimild at fáa upplýsingarnar.
Hvørji rættindi hevur tú?
Dátuverndarlógin gevur tær hesi rættindi:
- Rætt til kunning (§§ 23-25)
- Innlitsrætt (§ 26)
- Rætt til rætting (§ 27)
- Rætt til striking (§ 28)
- Rætt til viðgerðaravmarking (§ 29)
- Fráboðanarskyldu í samband við rætting ella striking av persónupplýsingum ella avmarking av viðgerð (§ 30)
- Rætt til dátuflutning (§ 31)
- Rætt til mótmæli (§§ 32-34)
- Rætt til ikki at vera fyri avgerð, sum einans er grundað á automatiska viðgerð, undir hesum profilering (§ 35)
Umhvørvisstovan hevur ikki heimild at strika upplýsingar, vísandi til § 28, stk. 3, nr. 2, tí at viðgerðin er neyðug: “fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum, fyri at røkja samfelagsáhugamál ella uppgávur, sum liggja undir almennari myndugleikaútinnan, sum dátuábyrgdaranum er áløgd”.
Tú kanst lesa meira um tíni rættindi á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo.
Kann eg klaga?
Tú kanst klaga til Dátueftirlitið um viðgerðina hjá Umhvørvisstovuni av tínum upplýsingum, um tú metir, at viðgerðin ikki er í samsvari við dátuverndarlógina.
Dátuverndarfólk
Umhvørvisstovan hevur eitt dátuverndarfólk (DPO), ið kann upplýsa teg meira um reglurnar um dátuvernd. Dátuverndarfólkið kann eisini vegleiða teg um tíni rættindi í mun til viðgerð av persónupplýsingum hjá Umhvørvisstovuni.
Tú kann seta teg í samband við dátuverndarfólkið, við at skriva til dpo@us.fo
Dátuábyrgdari
Umhvørvisstovan
Traðargøta 38
160 Argir
Tlf. 243400
Teldupostur: us@us.fo
Heimasíðuða: www.us.fo
V-tal: 405388

