Óviðkomandi hava fingið atgongd til CPR-upplýsingar

CPR-umsitingin í Danmark hevur staðfest eitt trygdarbrot. Óviðkomandi hava fingið óheimilaða atgongd til millum annað nøvn, bústaðir og CPR-nummur hjá umleið 8,8 milliónum skrásettum persónum. Umframt livandi persónar er eisini talan um persónar, sum eru fluttir av landinum, og deyð.
Kanningarnar higartil vísa, at óviðkomandi ikki hava fingið atgongd til nøvn og bústaðir hjá teimum, sum hava navna- og bústaðar verju.
Saman við serfrøðingum og viðkomandi myndugleikum verður nú kannað, hvat er hent, og hvussu umfatandi trygdarbrotið er. Málið er fráboðað danska Dátueftirlitinum, og løgreglan kannar málið í samstarvi við viðkomandi myndugleikar.
Samstarv millum CPR og Landsfólkayvirlitið
Í sambandi við flytingar millum Norðurlond verður p-talið hjá viðkomandi persóni, sum flytur úr Føroyum til Danmarkar, latið CPR-umsitingini. CPR-umsitingin strikar p-talið og goymir sostatt ikki p-talið, eftir at flytingin er góðkend og skrásett í CPR.
Sostatt er einki, sum bendir á, at p-tøl eru ein partur av upplýsingunum, sum óviðkomandi hava fingið atgongd til.
Ver varin við persónligum upplýsingum
Í sambandi við trygdarbrotið verður mint á, at tú ongantíð eigur at lata loyniorð ella aðrar trúnaðarupplýsingar frá tær, um onkur setur seg í samband við teg umvegis telefon, teldupost ella á annan hátt.
Hetta er eisini galdandi, hóast tann, sum setur seg í samband við teg, tykist kenna navn títt, bústað tín ella aðrar viðkomandi upplýsingar.
Um tú hevur spurningar til trygdarbrotið hjá CPR ber til at fáa hjálp og vegleiðing á sikkerdigital.dk og hjá Cyberhotline for digital sikkerhed á telefon +45 33 37 00 37. Komandi dagarnar er telefonin opin longri enn vanligt, frá kl. 8 til 24.
Alt tíðindaskrivið frá Forsknings-, Udannelses- og Digitaliseringsministeriet sæst her: Omfattende uautoriseret adgang til borgeres CPR-oplysninger — Forsknings-, Uddannelses- og Digitaliseringsministeriet

