Einki úrslit
Undanfarna síða
Leiting framd av
Næsta síða

Starvsfólk til náttúruskráseting

Umhvørvisstovan hevur tørv á dugnaligum starvsfólki at vera við til at leggja lunnar undir skipaðum arbeiði at kortleggja og virðismeta náttúru.

Løgtingslóg um náttúruvernd varð sett í gildi 1. januar 2024. Endamálið við løgtingslógini er at røkja margfeldið og tær vistfrøðiligu tilgongdirnar í náttúruni, bæði fyri náttúruna sjálva og fyri náttúruna sum grundarlag undir burðardyggum virksemi, tilfeingi, mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki nú og í framtíðini. Kapitul 4 í lógini ásetur, hvørjar heimildir landsstýrisfólkið hevur at verja náttúruøkir.

Vit sóknast eftir starvsfólki, sum hevur førleikar innan náttúrufyrisiting og -skráseting og sum á skipaðan hátt kann, saman við øðrum, menna ein skynsaman leist til skráseting og kortlegging av náttúru- og fríøkjum. Talan er um nýtt og spennandi starv.

Uppgávurnar fevna um at:

Vit vænta at tú:

Tað er umráðandi, at tú í umsóknini lýsir tínar førleikar og royndir at røkja starvið, og at tú greiðir frá tínum hugsjónum um endamálið við nátturuskráseting og tínum væntanum til arbeiðið.

Starvssetanin er samstarv millum deildirnar Skógrøkt og Vernd á Umhvørvisstovuni. Arbeiðsstaður er á Gróðurstøðini í Miðhoydølum.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Tann, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.  

Umsókn saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. juni 2026. Nærri kunning fæst við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, á telefon 234388 ella við telduposti á sigurdj@us.fo.  

Um Umhvørvisstovuna

Umhvørvisstovan er stovnur undir Heilsu- og orkumálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her. 


Kunngerðir