Nýtt øki fyri verju móti luftdálking frá skipum samtykt

Eitt nýtt altjóða útlátseftirlitsøki (ECA) fyri Landnyrðingsatlantshavið kemur í gildi í 2027.
Á fundi í umhvørvisnevndini í Altjóða Sjóvinnufelagsskapinum IMO í 2025 tóku Føroyar undir við uppskoti um at lýsa eitt nýtt samanhangandi útlátseftirlitsøki (Emission Control Area, ECA) í Landnyrðingsatlantshavinum. ECA-økið er fyri havleiðirnar kring Føroyar, Ísland, Grønland, Bretland, Írland, Frakland, Portugal og Spania, og skal avmarka luftdálking frá skipum. Á seinasta fundi í umhvørvisnevndini hjá IMO í farnu viku varð uppskotið endaliga samtykt.
Strangari krøv til útlát av svávuli og nitrogenoxidi
Við ECA-økinum verða krøvini til útlát av svávuli herd við at áseta, at í mesta lagi 0,1 % svávul kann vera í brennioljuni hjá skipum, samanborið við núverandi mark á 0,5 %. Markið á 0,1 % er longu galdandi fyri skip í føroyskari havn, ella sum liggja fyri akker innanfyri tveir fjórðingar. Herdu krøvini til útlát av svávuli koma í gildi 1. september 2027.
Fyri nitrogenoxid verður kravið, at skip, sum hava skrivað sáttmála um bygging tann 1. januar 2027 ella seinni, skulu lúka strangastu krøvini hjá IMO til brenning í motorum. Um eingin sáttmáli fyriliggur, so eru krøvini galdandi, um kjølur er lagdur tann 1. juli 2027 ella seinni, ella um skipið verður veitt tann 1. januar 2031 ella seinni.
Herdu krøvini fara at minka um luftdálkingina, betra um fólkaheilsuna og verja havumhvørvið í Arktis og Evropa. Umframt at svávulinnihaldið í brennioljuni lækkar, fara sótbitlarnir at minka í tali og vavi, og hevur hetta týdning fyri fyribyrging av veðurlagsbroytingum vegna ís- og jøklabræðing.
Ávirkan á føroysk skip
Flestu skipini í føroyska flotanum brúka marina dieselolju, sum lýkur nýggju krøvini. Skip, ið enn brenna tungolju, kunnu annaðhvørt skifta til reinari brenniolju ella fáa góðkendar reinsiskipanir til útstoytsroyk.
Partur av altjóða átaki
Við nýggju ásetingunum verða somu krøv sett til luftdálking frá skipum, sama um hesi sigla úr Suez-veitini og inn í Miðjarðarhavið, ella um tey sigla framvið evropeisku strondini, inn í Norðsjógvin, Eystrasalt ella leggja leiðina norður í Norskahavið ella yvirum Atlantshav umvegis Føroyar, Ísland og Grønland.

