Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Løgfrøðingur til Umhvørvisstovuna

Umhvørvisstovan søkir eftir løgfrøðingi til eitt fulltrúastarv á Umhvørvisstovuni.  

Umhvørvisstovan arbeiðir við at effektivisera skráseting av fastari ogn. Ein liður í hesum er talgilding av matrikuleru málsgongdini og at tryggja neyvt samskifti við viðkomandi hoyringspartar og myndugleikar. Tú kemur saman við øðrum at luttaka í menningini av ognarskrásetingini, sum fevnir um málsøkini Matrikul og Tinglýsing.

Ein høvuðsuppgáva verður, í samstarv við onnur, at samskipa og leiða fakliga málsviðgerðina av matrikulerum umsóknum sambært Løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti. Tú kemur at taka avgerðir, viðgera kærumál og innlitsumbønir í matrikulerum málum. Eisini fært tú til uppgávu at málsviðgera mál og veita ráðgeving og vegleiðing í ymiskum løgfrøðiligum viðurskiftum innan ognarskráseting.   

Um tú hevur áhuga fyri at bróta upp úr nýggjum og ynskir ein virknan leiklut í arbeiðinum at fremja effektiva málsviðgerð, herundir við nýtslu av talgilding og sjálvgreiðslum, so ert tú møguliga rætti persónurin til starvið.

Vit vænta, at

Tað er umráðandi, at tú í umsóknini lýsir tínar fakligu førleikar og møguligu royndir at røkja starvið. Í samlaðu metingini, kunnu royndir innan almenna fyrisiting verða ein fyrimunur.

Umsókn saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. apríl 2026. Nærri kunning fæst við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, á telefon 234388 ella við telduposti á sigurdj@us.fo.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF.

Umhvørvisstovan

Umhvørvisstovan er stovnur undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, skógrøkt, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

Kunngerðir