Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Rottufríar oyggjar

At halda rottu burtur úr teimum oyggjum, hagar hon enn ikki er komin, hevur sera stóran týdning fyri náttúruna, ikki minst fyri fuglalívið. Rotta legst í fuglabjørg og fuglabøli og etur eggini. Hon kann gera óbótaligan skaða á fuglastovnarnar, sleppur hon framat.

Størsti vandin fyri spjaðing av rottu til rottufríu oyggjarnar er flutningur av vøru og fóðri.

Á hesi síðu kanst tú lesa meira um yvirvøku av rottu og um flutning av vørum til rottufríar oyggjar.

Á hesi síðu

Um rottufríar oyggjar

Flutningsfeløg og onnur, sum flyta frakt og vøru millum oyggjarnar, hava skyldu at tryggja, at vøra, sum tey flyta, ikki hevur rottu við sær. Hetta verður millum anna gjørt við at fylgja mannagongd sum umhvørvisstovan hevur ment, um hvussu vøra verður pakkað og merkt við serligum merkiseðli

Fyritøkur, sum flyta inn fóður til Føroyar, skulu tryggja sær, at henda vøran ikki ber rottu við sær, og skulu pakka vøruna av nýggjum, eftir at hon er komin til landið, um ivamál kann vera um, at rotta kann goyma seg í vøruni.

Vøra, sum verður flutt millum oyggjar, skal vera í heilum posa, t.v.s. at ásettir fóðursekkir skulu ikki flytast til rottufríar oyggjar.

Alifeløg hava skyldu at tryggja, at fóðurflutningur til rottufríar oyggjar ikki ber rottu við sær, og tey eiga at kunna síni starvsfólk um teirra skyldur viðvíkjandi flutningi til rottufríar oyggjar.

Umborð á ferjum skal eftirlit vera. Har skal haldast reint og ruddiligt, og bingjur til burturkast skulu vera rottutættar. Vørugoymslur umborð eiga at vera rottutættar. Harafturat skal skeltast, soleiðis at viðskiftafólk eru varug við, at tey ferðast til rottufría oyggj.

Yvirvøka við rottu

Tað hevur stóran týdning, at kommunur, sum vara av rottufríum oyggjum, áhaldandi fylgja væl við um rotta kann vera spjødd oynna. Jú meira ferðsla og flutningur til oynna, tess størri er vandin fyri at rotta fyrr ella seinni onkursvegna verður flutt til oynna.

Kunngerðin um rottu[1] setur í grein 8, stk. 1, kommunum, sum eru rottufríar, krav um at hava yvirvøku.

At hava skipaða yvirvøku er við til, at kommunan, skjótari enn annars, gerst varig við, um rotta er komin í oynna og tí eisini fyrr enn annars kann seta í gongd týning, smb. kommunalu tilbúgvingarætlanini fyri at fanga ella týna rottuna.  Les nærri her um tilbúgving og rottu

§ 8. Kommunur, ið varða av rottufríum oyggjum, skulu regluliga skipa fyri yvirvøku av rottu í oynni. Yvirvøkan skal gerast sambært vegleiðing frá Umhvørvisstovuni um fyribyrging og týning av rottu, og úrslitini latast Umhvørvisstovuni.

Sum nevnt í grein 8 omanfyri, hevur Umhvørvisstovan gjørt eina vegleiðing sum kommunur skulu fylgja, sí her (verður lagt út í næstum). Endamálið við vegleiðingini er at lýsa, hvussu yvirvøka við rottu kann skipast við yvirvøkutunlum og blekkkortum. T.v.s. eini yvirvøku, har yvirvøkutunlar verða lagdir út á støð, har rotta mest sannlíkt reikar ella heldur til. Við jøvnum millumbilum verða blekkkort við lokkingarmati løgd í tunlarnar. Rotta, sum fer eftir matinum, fær blekk undir labbarnar, sum smittar av á hvíta partin av blekkkortinum, og soleiðis hevur rottan avdúkað seg sjálva.


[1] https://logir.fo/Kunngerd/147-fra-16-11-2017-um-fyribyrging-og-tyning-av-rottu

Flutningur til rottufríar oyggjar

Fyri at økja um trygdina fyri, at vøra, sum kemur til rottufríar oyggjar, ikki er fongd við rottu, hevur Umhvørvisstovan heitt á virkir, heilsølur og handlar, um at fylgja hesi mannagongd, tá vøra verður pakkað og merkja hana við serligum merkiseðli.

Mannagongd tá vøra verður send til rottufría oyggj

HEILSØLAN/HANDILIN

  1. Kanna vøruna væl (Visuell inspektión. Er tekn um rottu? Er hol á vøru?).

   2. Pakka vøruna við plastfoliu, soleiðis, at øll vøran er dekkað (eisini platturin, so rotta ikki sleppur inn undir plattin).

   3. Fyll út merkiseðilin ”Eftirlit við vøru til rottufríar oyggjar”

    • “Sendari”: Skriva navnið á heilsølu/handli

    • “Er vøran heil og óskalað”: Skriva “Ja” (annars kann vøran ikki sendast!)

    • “Vátta”: Skriva undir og dagfest

   4. Set merkiseðilin á innpakkaðu vøruna.

   5. Pakka vøruna sama dag, sum hon verður send.

   6. Vøran skal í størst møguligan mun standa innandura til hon verður send.

FLUTNINGUR

   7. Um vøran ikki fer avstað beint sum hon er pakkað (og merkt við merkiseðli), men hevur staðið eina tíð á goymslu ella úti, t.d. á eini kai ella við ein tyrlupall, skal tann, sum flytur vøruna víðari, kanna vøruna (Visuell inspektión. Er tekn um rottu? Er hol á vøru?) og vátta á merkiseðilinum, at vøran er heil og óskalað, áðrenn hon verður flutt víðari.

   8. Um vøra fær skaða undir flutningi, eigur flutningsfólkið, ella tann, sum tá hevur vøruna um hendi, beinanvegin at bøta um skaðan, t.d. klistra fyri, og skriva viðmerking um hetta á merkiseðilinum.

MÓTTAKARIN

   9. Um móttakarin varnast, at vøran ikki er heil og óskalað, eigur móttakarin at kanna vøruna serliga væl, ella senda hana aftur til sendaran.

 10. Um eingin merkiseðil er á vøruni, eigur móttakarin at gera vart við tað hjá heilsøluni/handlinum, ella hjá Umhvørvisstovuni

 11. Um tann, sum hevur flutt vøruna til oynna, ikki hevur váttað á merkiseðilinum, eigur móttakarin at gera vart við tað hjá heilsøluni/handlinum, ella hjá Umhvørvisstovuni

Bílegg merkiseðlar

Umhvørvisstovan hevur gjørt avtalu við Føroya Prent um samprent, so handlar og heilsølur kunnu bíleggja merkiseðlar fyri ein lægri kostnað.

Bílegging fer fram við at senda ein teldupost til info@foroyaprent.fo.

Kostnaður (sept. 2021):

Allir prísir eru uttan mvg.

Eisini ber til at skriva merkiseðilin út sjálv/ur.

Tá vøran kemur fram til móttakarin, gevur merkiseðilin ávísa trygd fyri, at serligt ansi er tikið, tá vøran varð pakkað og í sambandi við flutning.

Dømi: Vøra av heilsølu í Havn, sendast til Mykinesar við tyrlu

Heilsølan pakkar vøruna smb. mannagongd, koyrir merkiseðilin á og váttar.Førarin av flutningbili kannar vøruna áðrenn hon fer umborð; váttar á merkiseðlinum, at vøran er heil og óskalað og koyrir hana vestur á flogvøllin. (Hetta pkt. er bara neyðugt, um vøran ikki verður koyrd í flutningsbilin beint sum hon er pakkað.)Atlantic Airways kannar vøruna áðrenn hon fer við tyrluni, og váttar á merkiseðlinum, at vøran er heil og óskalað. Um vøran fer við báti, er tað ein av manningini á bátinum, sum kannar og váttar.Tá vøran kemur til Mykinesar, skal starvsfólkið á tyrlupallinum kanna vøruna og vátta á merkiseðlinum, beint eftir at vøran er komin. (Hetta pkt. er bara neyðugt, um móttakarin av vøruni ikki er til staðar tá tyrlan kemur.)Móttakarin kannar vøruna og merkiseðilin tá hann/hon fær vøruna.

Í Føroyum er 11 oyggjar, har eingin rotta er: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúvoy, Stóra Dímun og Lítla Dímun.

Tað hevur sera stóran týdning at fyribyrgja, at rotta fær fótin fyri seg á hesum oyggjum. Kemur rotta til hesar oyggjar, verður tað til óbótaligan skaða fyri fuglastovnarnar.

Kunngerð nr. 147 frá 16. november 2017 um fyribyrging og týning av rottu setir krøv til heilsølur, handlar og o.o., sum senda vøru til rottufríar oyggjar og til øll, sum flyta fólk, fæ og farm til hesar oyggjar.

§ 7, stk. 1 Øll, sum flyta fólk, fæ ella farm til rottufría oyggj, skulu tryggja, at rotta ikki verður flutt við teimum út á rottufría oyggj.

§ 7, stk. 4. Virki, heilsølur, handlar o.o., ið senda vørur til rottufría oyggj, skulu tryggja sær, at vøran ikki er fongd við rottu, og at vøran er pakkað og goymd soleiðis, at rotta ikki kann sleppa framat.