Skeið: Fyribyrging og týning av rottu
20. oktober 2025 kl. 08.00 - 17.00
Hotel Hafnia
Umhvørvisstovan
20 oktober @ 08:00 – 23 oktober @ 17:00
Í viku 43, 20-23. oktober 2025 fer Umhvørvisstovan at skipa fyri skeiði um at fyribyrgja og týna rottu.
Skeiðið er serliga ætlað aktingarfólki hjá kommununum, men er eisini viðkomandi hjá fólki sum, arbeiða í fyrisitingini hjá kommunum, arbeiða við spillivatnsskipanum ella fyritøku har fyribyrging og týning rottu er liður í arbeiðinum, húsavørðum og øðrum.
Fyri at fyribyrgja og týna rottu, er neyðugt at hava holla vitan um rottu, rottueitur, fellur o.a., og er ætlanin at tey, sum arbeiða við at fyribyrgja og týna rottu, skulu verða løggildað. Fyri at fáa løggilding er tað ein treyt at hava luttikið á skeiðinum ella samsvarandi skeiði í eitt nú Danmark.
Skeiðið verður á Hotel Hafnia frá 20.-23. oktober 2025, og er vistarhaldsskeið, t.e. at luttakararnir búgva á hotellinum, meðan skeiðið varar.
Kostnaðurin er 12.500 kr. Hetta er við gisting, mati og fyri undirvísing. Tilmeldingin er bindandi. Avmarkað pláss er á skeiðinum.