Skeið: Fyribyrging og týning av rottu

Aftur í ár skipar Umhvørvisstovan fyri skeiði um at fyribyrgja og týna rottu. Skeiðið verður 20.-23. oktober 2025 á Hotel Hafnia í Tórshavn. Skeiðið er serliga ætlað aktingarfólki hjá kommununum, men er eisini viðkomandi hjá fólki sum, arbeiða í fyrisitingini hjá kommunum, arbeiða við spillivatnsskipanum ella fyritøku har fyribyrging og týning rottu er liður í arbeiðinum, húsavørðum og øðrum.
Tekna teg nú, tí plássið er avmarkað.