Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Fimmtiára starvsdagur

Í ár kunnu vit hátíðarhalda ein serligan starvsdag, tí tann 1. september 2025 vóru liðin 50 ár, síðani Svanna Justinussen varð sett í starv sum skrivstovufólk á Matrikulstovuni. Hon hevði sín fyrsta starvssdag 1. september 1975.

Tá vóru nógv arbeiði í gongd við matrikuleringum og útskiftingum, og stórur partur av arbeiðinum hjá Svannu var at dagføra matrikulin og reinskriva gerðabøkur. Svanna hevur verið við síðani alt arbeiði var gjørt á pappíri, til at tað í dag í høvuðsheitum er talgilt.

Í januar 2007 gjørdist Matrikulstovan partur av Umhvørvisstovuni, og har hevur Svanna hildið fram við sínum týðandi arbeiði. Sama summar flutti Landsfólkayvirlitið eisini inn í Umhvørvisstovuna, og síðan tá hevur Svanna verið fastur partur av toyminum, sum røkir Landsfólkayvirlitið.

Við sínum drúgvu royndum, síni eyðmjúku framferð og sínum trúfesti, hevur Svanna verið ein týðandi grundarsteinur í arbeiðinum gjøgnum øll hesi árini.

Vit ynskja Svannu hjartaliga til lukku við teimum 50 árunum sum starvsfólk á Matrikulstovuni og Umhvørvisstovuni, og takka henni samstundis fyri góða og álítandi arbeiðið gjøgnum eina heila hálva øld.

Kunngerðir