Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Lesandi til sosialar miðlar og samskifti

Umhvørvisstovan søkir eftir dugnaligum og skapandi lesandi til at arbeiða saman við samskiftisfólkinum á stovninum. Tann lesandi fær í høvuðsheitinum ábyrgd av at framleiða tilfar til sosialar miðlar í tøttum samstarvi við samskiftisfólkið umframt onnur starvsfólk á stovninum, eitt nú innan umhvørvisvernd og orkuráðgeving. 

Starvið 

Tú verður partur av einum fjølbroyttum og spennandi arbeiðsplássi, og tú fært møguleika at menna teg í starvinum. Høvuðsuppgávurnar vera millum annað at:  

Førleikar  

Vit vænta at tú:  

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan grafiska uppseting. 

Setan 

Starvið er 10 tímar um vikuna ella sambært avtalu. Løn og setanartreytir galda sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.  

Umsókn, prógv, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. august 2025.   

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Báru Akselsdóttir Haraldsen á telefon +298 234387 ella við telduposti til barah@us.fo. 

Til ber at søkja starvið her.  

Um Umhvørvisstovuna 

Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvis- og náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív.   

Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til persónligar umstøður til at søkja starvið.   

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her