Einki úrslit
Undanfarna síða
Leiting framd av
Næsta síða

Metadátugrunnurin MIMIR

Tann føroyski metadátugrunnurin fyri náttúru og umhvørvisdátur, MIMIR, er nú tøkur á www.mimir.fo.

MIMIR varð settur á stovn fyri at vitan um føroyska náttúru og umhvørvi kann koma øllum til góðar. Endamálið er at miðsavna metadátur til granskarar, náttúrufyrisiting og almenningin, sum skal gera tað lætt og ómakaleyst at fáa gagn av dátum.

Fyri at røkka hesum endamáli verða stovnar og aðrir áhugapartar eggjaðir til at skjalfesta bæði gamlar og nýggjar dátur, og at áhaldandi skráseta metadátur framyvir.

Les meira á www.mimir.fo.

Samband

Halla Weihe Reinert

Umhvørvisgranskari