Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Skrivstovufólk til Stjórnarskrivstovuna 

Umhvørvisstovan søkir eftir dugnaligum og tænastusinnaðum starvsfólki til Stjórnarskrivstovuna. Stjórnarskrivstovan er stápseind á Umhvørvisstovuni og hevur ábyrgd av tvørgangandi viðurskiftum á stovninum. Hetta fevnir m.a. um starvsfólkaviðurskifti, innan- og uttanhýsis samskifti, KT-support og KT-trygd, journal, fíggjarviðurskifti, móttøku, reingerð og viðlíkahald.  

Tú verður partur av einum fjølbroyttum og spennandi arbeiðsplássi, har tú hevur møguleika at menna teg í starvinum. Tínar høvuðsuppgávur vera millum annað at:  

Vit vænta at tú:  

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting. 

Starvið er fulltíðarstarv, ella sambært avtalu, og verður sett skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir galda sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. 

Umsókn, prógv, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. juli 2025. Miða verður eftir, at starvið verður sett í viku 30.  

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Høgna Lamhauge á telefon +298 342425 ella við telduposti til HogniL@us.fo.  

Til ber at søkja starvið her.  

Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvis- og náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív.   

Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til persónligar umstøður til at søkja starvið.   

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her

Kunngerðir