Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Gartnari til Skógrøkt

Umhvørvisstovan søkir eftir gartnara til Skógrøkt at byrja 1. septembur.  Skógrøkt alir og selur føroyskan plantu- og viðarvøkstur á Gróðurstøðini í Miðhoydølum.

Starvið 

Starvið fevnir um plantualing og planturøkt, aliroyndir og arboretvirksemi. Harumframt eru ráðgeving og søla týðandi partar av starvinum. 

  

Førleikar 

Vit vænta, at tú: 

-       ert útbúgvin gartnari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving 

-       ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta 

-       dugir at leggja arbeiðið til rættis og arbeiða sjálvstøðugt 

-       hevur góð evni at samstarva við onnur  

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi royndir, eitt nú innan plantualing, ella aðrar handverksligar førleikar. 

  

Setan 

Starvið verður sett 1. septembur 2025. Talan er um fulltíðarstarv, og arbeiðið kann av og á fevna um skeivar arbeiðstíðir, langar arbeiðsdagar og arbeiði leygardagar. 

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Starvsfelagnum. Starvsstaðurin er á Gróðurstøðini í Miðhoydølum, Hvítanesvegur 3, 188 Hoyvík. Tann, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.  

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum, skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 6. juli 2025.  

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Sigurð í Jákupsstovu , stjóra, á tlf. 234388. 

Til ber at søkja starvið her 

  

Um Umhvørvisstovuna 

Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.