»Automobilur« – framsýning hjá Ole Wich á Umhvørvisstovuni 

6 juni 5 desember

Komandi 6 mánaðirnar verður forhøllin í Umhvørvisstovuni á Argjum karmur um eina skiftandi framsýning undir heitinum »Automobilur«. Hetta tíðarskeiðið fer Ole Wich at sýna fram eina røð av verkum, sum snúgva seg um ta víðgongdu ávirkanina, sum bilurin hevur á okkara gerandisdag og nærumhvørvi. 
Til ber at vitja framsýningina “Automobilur” í upplatingartíðunum hjá Umhvørvisstovuni.
Framsýningin letur upp mentanarnáttina 6. juni klokkan 15-17. Øll eru vælkomin.