7 milliardir íbúgvar
Í nátt fer heimsins íbúgvatal um 7 mia. og Umhvørvisstovan hevur roknað út um øll hesi høvdu rúmast í Føroyum
Um 4 fólk standa á hvørjum fermetri, tvs. at hvørt fólk hevur 50 x 50 cm at standa á, er tað í Føroyum pláss fyri: 4 fólk/m² x 1.399.000.000 m² = 5,6 mia. fólk.
Tað var Í 1994 at fólkatalið í heiminum kom upp á 5,6 mia., so til tá hevði verið pláss. Fólkatalið í heiminum veksur árliga við 100 mió. tvs. meiri enn fólkatalið í Týsklandi, sum er 80 mió.
Tann 12. okt. 1999 var fólkatalið í heiminum 6,0 mia. sambært ST, so tá hevði tað verið heldur trongligt um øll hesi fólk vóru í Føroyum.
Og í nátt 10. Apríl 2010 fer fólkatalið í heiminum upp um 7,0 mia.
Til ber at síggja fólkatalið í heiminum beint nú her
Talan er her ikki um eina ST áseting, men eina útrokning.
Um hesar 7 mia. tóku saman lógvatak (= 1 metur), so høvdu tey rokkið:
7 mia. fólk x 1m / 40 mió. m = 175 ferðir runt jørðina.
Hvørt ár veksur fólkatalið í heiminum svarandi til:
100 mió. / 40 mió. = 2½ ferðir runt jørðina.
Um øll í Føroyum tóku saman hendur, hevði longdin verið 49 km. Hetta svarar nøkulunda til longdina á Streymoynni.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.