40 ára starvsdagur hjá Jógvani R. Frýdal

Hin 21. novembur 2025 kundi Umhvørvisstovan hátíðarhalda stóran starvsdag hjá Jógvani R. Frýdal. Jógvan hevur verið ein týðandi partur av arbeiðinum við útskifting og matrikulering, og hansara drúgvu royndir og dygdir hava sett sín dám á virksemið á økinum.
Útskiftingar – serliga innangarðs – eru fakliga tungar og orkukrevjandi verkætlanir, tí nógv arbeiði skal gerast, áðrenn útskiftingin kann fremjast.
Jógvan hevur verið ein drívmegi í hesum arbeiði, og hevur hann, saman við øðrum, framt útskiftingar kring alt Føroyar, seinast í Haraldssundi.
Jógvan er ein skilamaður, ið arbeiðir sjálvstøðugt og við stórum nærlagni. Hann fylgir væl við, hevur gott yvirlit og er altíð góður í ráðum. Hansara áhugi og royndir við bóndaskapi er eisini komið arbeiðinum við útskiftingum væl við.
Umhvørvisstovan takkar Jógvani fyri hansara trúgva og virðismikla arbeiði og ynskir honum tillukku við 40 ára starvsdegnum.

