Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

23 nýggjar adressur í Havn

Tórshavnar kommuna hevur víst rættstundis umhugsni, og tillutað eini nýggjari útstykking adressur, áðrenn útstykkingin er endaliga liðug. Hetta er ein fyrimunur fyri tey, sum skulu byggja

Allar adressur í Føroyum skulu verða góðkendar og skrásettar í landsadressuskránni. Kommunan ásetur adressurnar, og tær skulu síðan góðkennast av Umhvørvisstovuni.

Vanliga verða útstykkingar gjørdar lidnar og húsini bygd, áðrenn adressurnar verða tillutaðar. Men nú hevur Tórshavnar kommuna valt at gera tingini ørvísi í eini størri útstykking í Havn, har 23 nýggjar adressur júst eru góðkendar. Útstykkingin liggur við Hjaltarók í Tórshavn, sum hevur íbinding í Oyggjarvegin.

Størsti fyrimunurin við at kommunan hevur ásett adressurnar er, at keypararnir av grundstykkjunum longu nú kunnu søkja um rentustuðul. Taks setir nevniliga sum treyt at adressan er góðkend, áðrenn rentustuðul verður latin. Men nú hevur kommunan rudda slóð fyri, at hesi viðurskiftini kunnu verða greið, tá fólk flyta inn. Harvið kunnu fólk sleppa undan at bíða longi eftir at rentustuðulin verður játtaður.

Ein annar fyrimunur við at adressurnar longu eru ásettar er, at skuldi nøkur vanlukka hent á byggiplássinum, kunnu neyðsendarakfør skjótt vera á staðnum.  Trupult kann vera í orðum at greiða frá hvar vanlukkan er hend, men um staðið hevur eina adressu, ber til at sláa upp á kortum á netinum.

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sn Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.