Broytist veðurlagið… tá broytist náttúran eisini
Veðurlagsbroytingar, sum øktur hiti og broytingar í avfalli og vindi hava longu broytt náttúruna í norðurlondum.
Broytingarnar í náttúruni fevna víðari enn til einstøk djórasløg og búpláss. Heldur er talan um eina røð av broytingum, sum fara fram samstundis og sum virka við ymiskari tyngd.
Týdningarmikil tekin í náttúruni um veðurlagsbroytingar umfata millum annað, at:
• gróður byrjar fyrr um várið,
• fiskastovnar flytast longur norðureftir,
• minni er til av ávísum fuglasløgum ella, at fuglur tillagar seg við at broyta síni flytingarmystur,
• hvítabjarnir eru hóttar, tí ísurin brýtur fyrr enn vanligt
Í Føroyum verður eisini fylgt við, hvussu broytingar í veðurlagnum síggjast aftur í náttúruni. Plantudeildin á Tjóðsavninum luttekur í verkætlanum GLORIA og ITEX har endmálið m.a. er at kanna samanhang millum veðurlagsbroytingar og plantuvøkstur. Havstovan luttekur eisini í verkætlanum har endamálið er at kannað avleiðingar av veðurlagsbroytingum.
Og undir Føroyum kemur javnan fyri, at fiskur kemur á dekkið, sum ongantíð, ella sjáldan, er sæddur áður – tó so, at broytingar í veðurlagnum ikki altíð nýtist at vera orsøkin.
Fjúrtan ávísar indikatorar eru mentir fyri at kunna fylgja við, um og hvussu náttúran broytist av broytta veðurlagnum. Les nærri í norðurlendsku frágreiðingin Signs of Climate Change in Nordic Nature .