Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Veðurlagsdagur 2024

Er føroyska veðurlagið broytt? 

At føroyska veðrið er skiftandi, vita vit. Men hvussu er við varandi veðurlagsbroytingum í Føroyum? Síggjast broytingar í veðurlagnum á okkara leiðum? Hvørjar kanningar og mátingar hava vit, sum kunnu vísa okkum hetta?  

Í eina tíð hava umboð fyri føroyskar almennar stovnar hitst, at umrøða vitan um føroyska veðurlagið. Eitt endamál hevur verið at fyrireika eitt tiltak, har vitan um veðurlag verður løgd fram. 

Undir heitinum “Er føroyska veðurlagið broytt?” verður skipað fyri einum Veðurlagsdegi , har ljós verður varpað á tøl og vitan, sum kunnu lýsa føroyska veðurlagið og veðurlagsbroytingar. 

Á veðurlagsdegnum verða dátur og kanningar, sum stovnarnir varða av, løgd fram og umrøtt verður í hvønn mun tað ber til at staðfesta veðurlagsbroytingar í Føroyum.  

Veðurlagsdagurin 2024 verður á Hotel Hafnia 19. mars, kl. 13-17.15. Tiltakið er alment og ókeypis, tó krevst tilmelding.  

Fyriskipararnir av degnum eru Veðurstova Føroya, Havstovan, Umhvørvisstovan, Landsverk, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Hagstovan. 

Skrá

Kl. Evni Navn 
13:00 Vælkomin Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna í umhvørvismálum 
13:05 Innleiðing 
Um veðurlagsdagin og um týdning av dátum og tíðarrøðum. 
Sigurð í Jákupsstovu 
stjóri 
Umhvørvisstovan 
13:10 Almenn hagtøl um veðurlagsbroytingar 
Hvat skulu vit vita um veðurlagið? 
Jógvan Bærentsen 
hagfrøðingur 
Hagstovan 
13:30 Fráboðan til ST-sáttmálan um veðurlag  
Hvat verður fráboðað?  
Maria Gunnleivsdóttir Hansen 
lívfrøðingur 
Umhvørvisstovan 
 VEÐURTØL 
13:35 Veðurstova Føroya, ein tænasta í menning 
Status og ætlanir frameftir. Hvørjar mátingar og teldumyndlar hava vit og hvørji átøk liggja fyri framman? 
Bárður A. Niclasen 
deildarleiðari 
Veðurstova Føroya 
13:45 The Faroe Islands – a climate tale 
Historical overview of DMI Climate data The Faroe Islands. The changing climate globally with a link to the Faroe Islands. 
John Cappelen 
veðurfrøðingur 
14:25 Vindatlas fyri Føroyar 
Ætlanir um at framleiða eitt vindatlas fyri Føroyar. Hvat er áður gjørt, hvat manglar, og hvussu kann hetta gerast? 
Turið Poulsen 
veðurfrøðingur 
Veðurstova Føroya 
14:35 STEÐGUR 
 Á SJÓNUM 
14:50 Flóð- og fjørumátingar 
Um mátingar og tøl hjá Landsverki.  
Sølvi Sjúrðarson 
forritari 
Landsverk 
15:00 Vatnstøðubroytingar kring Føroyar 
Broytingar á opnum havi síðan 1993 sambært fylgisveinamátingum. Føroyska økið samanborið við globalt miðal og forsagnir. 
Bogi Hansen 
havfrøðingur 
Havstovan 
15:20 Tyngdarmátingar sum amboð at fylgja einum skiftandi veðurlagi  
Hvat kunnu broytingar í tyngdarfeltinum siga okkum um skiftandi vatnstøðu í Føroyum og heiminum annars? 
 
Hergeir Teitsson 
phD lesandi 
Danmarks Tekniske Universitet 
 
15:40 Tíðarseriur í føroyskum sjógvi  
Um rák, hita og saltinnihald. Hvør er orsøkin til broytingarnar, sum mátingarnar vísa?  
Karin Margretha Húsgarð Larsen  
deildarleiðari 
Havstovan 
16:00 STEÐGUR 
 Á LANDI 
16:15 Veðurlagsbroytingar og havsediment 
Hvussu avlesa vit veðurlagsbroytingar í sedimentum á havbotninum?  
Barbara Biskopstøð 
jarðfrøðingur  
Jarðfeingi 

Lis Mortensen 
náttúrulandafrøðingur  
Jarðfeingi 
16:30 Omanlop í Føroyum 
Um at skráseta skriðulop og onnur omanlop við vegir. 
Ási Mikkelsen 
tekniskur leiðari 
Landsverk 
16:45 Verkætlan um føroyskar skriður  
Modellering útfrá fylgisveinamyndum.  
Anton Grønfeld Wille og Gustav Launtoft 
geografilesandi  
Københavns Universitet 
 SAMANUMTØKA  
17:05 Við støði í dagsins framløgum, verður tikið samanum. Er føroyska veðurlagið broytt? Marita Rasmussen
stjóri 
Havstovan 
17:15 Endi