Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Dugir tú at lesa sjókort? 

Á deildini Land- og sjókort er fjølbroytt starv leyst at søkja. Sjókortøkið er í stórari menning og komandi árini verður S-100 standardurin tikin í nýtslu. Talan er um tøkniligan pall, har fleiri og betri talgildar skipanir verða samankoyrdar at stuðla undir e-navigatión sum ásett av IMO.  

Um starvið 

Starvið fevnir í høvuðsheitum um fyrisiting og samskipan av sjókortøkinum. 

Uppgávurnar fevna m.a. um: 

Førleikar og royndir 

Vit vænta at tú 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til sjókort, hevur royndir og innlit innan fyrisiting, millumlanda samstarv ella maritima økið og hevur tøkniligt tev. 

Setanarviðurskifti 

Starvið er fulltíðarstarv og  starvsbyrjan verður eftir avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Arbeiðsstaðurin er Umhvørvisstovan á Argjum.  

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. apríl 2024.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Stein Fossá, deildarleiðara á Land- og sjókort, teldupostur steinf@us.fo ella á tlf. 234350.  

Um Umhvørvisstovuna  

Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvis- og náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit.  

Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið soleiðis, at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív.  

Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar umstøður, at søkja starvið. 

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her