Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

ORKA á Umhvørvisstovuni ger nógv burturúr at samstarva, ikki bara í Føroyum og í Norðurlondum, men eisini altjóða. Hetta gevur møguleika fyri at fáa kunning um, hvat rørir seg innan orkuøkið og at læra frá øðrum, sum hava somu ætlanir og somu avbjóðingar sum Føroyar. Samstarv ger tað møguligt saman við øðrum at søkja um fígging til verkætlanir, sum eru viðkomandi og kunnu hjálpa til at fremja endamálini hjá Orku.  

Ein grunnur, sum Orka fleiri ferðir hevur fingið fígging úr, er Northern Periphery and Arctic Programme, stytt NPA. NPA er eitt samstarv ímillum øki í Útnorðri, har luttakarar kunnu verða úr norðara parti av Finnlandi, Svøríki og Noregi, vestara parti av Írlandi og úr Grønlandi, úr Íslandi og úr Føroyum.

Orka á Umhvørivsstovuni er í løtuni við í einari nýggjari NPA-verkætlan við heitinum: HYBES – Hybrid energy solution for buildings and infrastructure. Hetta er ein trý ára verkæltan, sum byrjaði 1. februar 2023. Nordland Research Institute í Noreg er samskipari, og aðrir luttakarar, umframt Orku, eru úr Íslandi, úr Írlandi og úr Svøríki.

Verkætlanin hevur til endamáls at menna og kunna um framkomnar samansettar orkuloysnir, sum fremja orkueffektivitet og skerja útlát av veðurlagsgassi. Føroyski parturin verður at savna neyv tøl frá orkuskipanum við serligum denti á upphitingarskipanina í skúlanum og eldrabýlinum í Leirvík og frá elrikna alibátinum hjá Bakkafrost. 

Vitja altjóða síðuna hjá HYBES