Vísindavøka 2023

22. september 2023 kl. 09.00 - 15.00

Kongshøll

Í samband við Vísindavøkuna 2023 fer Umhvørvisstovan at hava eitt tiltak á Svalanum. Á básinum hjá Umhvørvisstovuni verður møguleiki fyri at luttaka í eini træ-eyðkenniskapping. Endamálið er at læra um ymisk trø og runnar, og hvussu hesi kunnu kennast aftur. Kunning um eyðkennini verður á básinum.

Eisini verður høvi at læra at telja áraringar, fyri at kunna seg um aldurin á trøum, umframt eitt gott prát við fittu og vitugu starvsfólkini á Umhvørvisstovuni.

Skráin til Vísindavøkuna er tøk her.