Verkstova um landbúnað, náttúru og umhvørvið

9. juli 2024 kl. 11.00 - 16.00

Búnaðarstovan

Týsdagin 9. juli kl. 11:00 verður forvitnislig verkstova um landbúnað, náttúru og umhvørvi hildin á Búnaðarstovuni. Verkstovan er í høvuðsheiti ætlað bøndrum og øðrum áhugaðum. 

Verkstovan er liður í eini NORA landbúnaðarverkætlan, har Búnaðarstovan (BST) og Umhvørvisstovan (US) samstarva við Ráðgjafarmiðstøð Lanbúnaðarins (RML) og Vatnajøkulstjóðgarð í Íslandi og Nunalerinermut Siunnersorteqarfik úr Grønland. 

Verkætlanarsamstarvið leggur dent á samanberingar landanna millum, viðvíkjandi landbúnaði, náttúru og umhvørvi. Kunnu vit javnviga landbúnað, náttúru og umhvørvi, uttan at minka um úrtøkuna? 

GG! Tilmeldingin er stongd.