Fyrilestur – Dýpdar- og dronudátur hjá Landsverki

29. februar 2024 kl. 16.00 - 17.00

Náttúruvísindadeildin, Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja 15, hølið 511

Staðsetingardepilin

Nøgdin av uppmáldum dátum veksur skjótt í vavi. Multibeam skanningar undir vatni, dronuuppmátingar
og skanningar á landi geva dátupunkt i milliónavís til ymisk endamál. Til henda fyrilestur verður millum
annað greitt frá, hvussu vit best gagnnýta og deila hesar dátur.

 

Anne Marie Berg Norby, uppmátari hjá Landsverki, fer at tosa um multibeamskipanina, bátin og
útgerðina sum hon nýtir í samband við arbeiði. Eisini greiðir hon frá um positionering, rørslusensorar og
datum. Harumframt fáa vit eitt lítið innlit í ymiskar viðkomandi arbeiðsuppgávur. Eitt nú fara vit at síggja
dømi um arbeiðsgongdina frá Skansabryggjuni.

 

Ási Mikkelsen, tekniskur leiðari og dronuskipari hjá Landsverki, fer at greiða frá um sínar royndir við
dronuuppmátingum, dátuviðgerð, og hvussu hesar dátur verða brúktar. Ási fer eisini at greiða frá, hvussu
hann fær tað besta burtur úr sínari útgerð og dátur. Vit hoyra um hansara bakgrund, hvat Landsverk nýtir
dronur til, og um deiling av dátum.

 

At enda fara vit eisini at hoyra um, hvussu dronu- og dýpdardátur kunnu tvinnast saman.

Hósdagin 29. februar kl 16 – 17 Náttúruvísindadeildin, Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja 15, høli 511

 

Tiltakið er ókeypis.

Tilmelding er ikki neyðug og drekkamunnur verður afturvið.