Skeið í svimjihylstøkni – fult teknað

5. februar 2024 kl. 09.30 - 16.00

Hilton Garden Inn

Umhvørvisstovan

Umhvørvisstovan skipar fyri skeiði um svimjihylstøkni og røkt, á Hilton Garden Inn, 5. til 8. februar. Sum áður, er tað Teknologisk Institut sum kemur at hava skeiðið.

Umhvørvisstovan setur krav um, at tann ella tey, sum hava høvuðsábyrgd av rakstri og røkt av svimjihylsannleggi, skulu hava luttikið á skeiði í samsvarar við “svømmebadsteknik – første del”, ið Teknologiskt Institut skipar fyri. Tað er hetta skeiðið, pluss nakað um útlufting (ventilation), sum verður hildið nú. Eisini er sera umráðandi, at ábyrgdarfólk javnan luttaka í uppfylgjandi skeiðum, ið m.a. Umhvørvisstovan skipar fyri.

Skeiðið hesaferð er fult teknað, men verður væntandi aftur í 2026.