Skeið í at týna og fyribyrgja rottu

14. november 2023 kl. 08.00 - 16.00

Hotel Hafnia

Aftur í ár skipar Umhvørvisstovan fyri skeiði um at fyribyrgja og týna rottu. Hetta er sama skeiðið, sum varð hildið í apríl í 2022, og var skeiðið sera væleydnað. Skráin verður, eins og til fyrra  skeiðið, á tremur við fakligari vitan um rottuna, bólkaarbeiði og praktiskum royndum, eitt nú um bygningstrygd, har aktingarfólk sum luttók í fyrra skeiðnum, fer at greiða frá hvussu, hvussu vit á bestan hátt tryggja bygningar móti rottu.

Ann-Charlotte Heiberg, sum er millum fremstu serfrøðingar á økinum, undirvísir á skeinum eins og fólk frá Umhvørvisstovuni. Ann-Chalotte hevur drúgvar royndir sum undirvísingarleiðari á løggildingarskeinum hjá Miljøstyrelsen í Danmark.

Skeiði verður 14.-17. november á Hotel Hafnia í Tórshavn.

Skeiðið er skipað sum eitt vistarhaldsskeið, tað vil siga at undirvísing, matur og gisting er íroknað prísinum.

Orsøkin til hetta er, at dagarnir eru langir, og at tað er gott fyri samanhald millum luttakararnar eins og samstarv millum kommunur, vinnu og almenn arbeiðspláss.

Skeiðið gevur møguleika fyri at verða løggildur til at fyribyrgja og týna rottu.

Sí her fyri meira upplýsingar um skeiðið, og um tilmelding.