Fyrilestur: Veðurstovan og Geodátur (FULT TEKNAÐ)

26. oktober 2023 kl. 16.00 - 17.00

Veðurstovan

Veðurstovan hevur í sínum virki tørv á góðum geodata fyri Føroyar, eina mest tá talan er um at menna forsagnarmodellir, og er tí bjóðað við í hesa fundarrøðina. Hesaferð ber tí til hjá tykkum at vitja Veðurstovuna í Havn og síggja hølir, umstøður og hoyra tvær framløgur um verandi og komandi átøk. Veðurstova Føroya er nýliga sett á stovn, og skal eftir ætlan skjótt gerast ein fullgóð veðurtænasta fyri føroyskt land, sjóøki og lofthav.

Bárður A. Niclasen, deildarleiðari, kunnar um, hvørjar uppgávur veðurtænastur skulu røkja, og hvussu langt Veðurstovan er komin í hesari tilgongd. Ymisk menningarátøk verða lýst og komið verður inn á ætlanirnar at gera lokalar sjóvarfals- og aldu forsagnir fyri innaru leiðirnar.

Andrias K. Gregoriussen, veðurfrøðingur, greiðir frá um veðurmodellir. Veðurstovan hevur sett sær fyri at menna eitt lokalt veðurmodell fyri Føroyar. Hetta veðurmodellið fer at verða bygt á dátur úr veðurstovum um okkara leiðir. Eitt gott dátugrundarlag um lendið í Føroyum er umráðandi fyri at endurskapa møguligar lokalar ávirkanir á veðrið. Veðrið verður ávirkað av, hvussu fjøllini eru formaði, og ta ávirkan, ið vøtn, grøs, trø, vátlendir og onnur sløg av lendum hava á niðasta partin av lofthavinum.

G.G! Avmarkað pláss. Tilmelding fer fram við at skriva til IrenaA@us.fo ella við at fylla teigarnar niðanfyri út.

Dagføring: tað er fult teknað til fyrilesturin. Um tú ynskir at skriva teg upp til ein bíðilista, kanst tú senda ein teldupost til IrenaA@us.fo .