Sum liður í at byggja upp eina vælvirkandi náttúrufyrisiting er neyðugt at uppbyggja og viðlíkahalda eina dátuskipan til skráseting av dátum, sum finnast, og nýggjar dátur, sum verða innsavnaðar. Talan er um sonevnda metadátubasu, sum vísir hvørjar dátur eru tøkar og viðkomandi upplýsingar um hesar dátur. Umhvørvisstovan søkir tí eftir dátufólki. Talan er um eitt nýtt, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv innan náttúru- og umhvørvisøkið.
Starvið
Starvið fevnir um at menna og skipa ein metadátugrunn saman við øðrum starvsfólkum innan náttúru- og umhvørvisøkið og innan kunningartøkni. Eisini fevnir starvið um at luttaka í fyrireiking og uppbygging av einari dátugoymslu til náttúru- og umhvørvisdátur.
Starvið verður skipað á deildini Vernd í tøttum samstarvi við deildina Land- og sjókort.
Førleikar
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving. Tú hevur royndir í at menna og arbeiða við dátugrunnum, og at viðgera og greina dátur.
Kunnleiki og royndir við GIS skipanum eru fyrimunir.
Setan
Starvið er fulltíðarstarv.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya ella annað viðkomandi yrkisfelag.
Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan, Argir. Viðkomandi, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.
Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 14. juni 2023. Umsóknir skulu sendast við telduposti til starv@us.fo.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, teldupost: sigurdj@us.fo, tlf. 234388 ella Siggu Jacobsen, deildarleiðara á Vernd, teldupostur siggaj@us.fo, tlf. 234346.
Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan er á Traðagøtu 38 á Argjum. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.