Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina fyri sólorkuverk á tekjunum á smoltstøðini hjá P/F Luna á Fútakletti..
Sólorkuskipanin verður uppbygd av 6.000 sólpanelum upp á tilsamans 15.000 fermetrar. Samlaði framleiðslumátturin verður uml. 2.500 kW, og samlaða elframleiðslan væntandi uml. 1.300.000 kWt um árið.
Sambært § 16 í elveitingarlógini skal umhvørvisárinsmeting gerast og góðkennast, áðrenn loyvi til framleiðslu av ravmagni verður givið.
Í árinsmetingini skal verða mett um, hvørjar møguligar fylgjur ætlaða virksemið kann hava fyri náttúru og umhvørvi.
Góðkenningin kann síggjast her
Almenna lýsingin av góðkenningini kann síggjast her
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost á us@us.fo
Umhvørvisárinsmeting fyri sólorkuve…
23-05-2023
Dátufólk til náttúru- og umhvørvisv…
17-05-2023
Bjarni Kárason Petersen, landstýris…
27-04-2023
Stuðul til viðarvøkstur
17-04-2023
Avmarkingar í siglingarferð kring R…
15-04-2023
Stuðul til náttúru-, umhvørvis- og …
14-04-2023
Tiltak: Burðardygt matsjálvbjargni …
13-04-2023
Fyrilestur: Jarðfrøðiligar uppmátin…
24-03-2023
Náttúruloysnir í Norðurlondum: Nýgg…
19-03-2023
Umhvørvisstovan mælir kommunum til …
17-03-2023