140x140

Skógteknikari til Skógrøkt

Starv sum skógteknikari hjá Skógrøkt er leyst at søkja. 

 

Um Skógrøkt 

Skógrøkt røkir viðarlundir og mennir plantuvøkstur, sum gagnar føroyska samfelagnum. Vit savna vitan og ala fram trø og runnar, sum hóska til veðurlag og vakstrarumstøður annars í Føroyum. Vegleiðing til einstaklingar, stovnar og fyritøkur er týdningarmikil partur av arbeiðinum. 

Skógrøktin er deild undir Umhvørvisstovuni og er staðsett á Gróðurstøðini í Hoydølum. 

 

Arbeiðsuppgávur 

- at leggja ætlanir saman við leiðaranum fyri røkt av viðarlundum kring landið 

- at samskifta við og vegleiða onnur, sum varða av viðarlundum og skógfriðaðum lendi 

- at tryggja, at so nógv sum gjørligt av úrdráttum úr viðarlundunum kemur til høldar  

 

Harafturat eru dagligu arbeiðsuppgávurnar m.a. planting, skráseting, tynning, felling, tilskering og vørumenning av føroyskum viðarvøkstri. 

 

Førleikar 

Vit vænta, at tú 

- hevur útbúgving sum skov- og naturtekniker, ella líknandi útbúgving 

- ert fyrikomandi

- dugir at leggja arbeiðið til rættis 

- dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og kann arbeiða saman við øðrum 

 

Setanarviðurskifti 

Starvið verður sett skjótast gjørligt. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært Starvsfelagnum ella øðrum viðkomandi sáttmála. Starvsstaðurin er á Gróðurstøðini, Hvítanesvegur 3, 188 Hoyvík. Tann, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.  

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum, skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 6. februar 2023.  

Umsóknin skal merkjast “Skógteknikari til Skógrøkt” og skal sendast við telduposti til starv@us.fo.  

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Rakul Arnfríð Dam, deildarleiðara, tlf. 234363. 

 

Skógteknikari til Skógrøkt