140x140

Samskipari til Norðurlendska arbeiðsbólkin fyri lívmargfeldi

Umhvørvisstovan søkir eftir samskipara til arbeiðsbólkin fyri lívmargfeldi undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Endamálið hjá arbeiðsbólkinum er at virka fyri, at steðga afturgongdini í lívmargfeldi, herundir náttúruvernd, burðardyggum útilívi og varðveitslu av mentanarumhvørvi. Talan er um eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv.

Um starvið
Samskiparin hevur ábyrgdina av dagliga arbeiðinum í bólkinum, millum annað at fyrireika fundir og seta í verk avgerðir hjá arbeiðsbólkinum, gera arbeiðsskrá, árs- og støðufrágreiðingar, og umsita fíggjarviðurskiftini hjá arbeiðsbólkinum. Samskiparin ger útbjóðingar av verkætlanum og umsitur tær, ger sáttmálar, letur útgjald og fær inn frágreiðingar o.a. Samskiparin hevur javnan samband við formansskapin í arbeiðsbólkinum, við aðalskrivstovu Norðurlandaráðsins og við aðrar samskiparar undir umhvørvis- og veðurlagssamstarvinum undir Norðurlanda Ráðharraráðnum. Ferðing í norðurlondum er sostatt ein partur av arbeiðinum. Harafturat hevur samskiparin ábyrgd av at skipa fyri tiltøkum og miðla um virksemið í arbeiðsbólkinum, eitt nú halda framløgur og skriva tilfar til netmiðlar og aðrar útgávur. Arbeiðsmálið er skandinaviskt (danskt, norskt ella svenskt), umframt tað, verður samskift á enskum málið, bæði munnliga og skrivliga.

Førleikakrøv
Vit vænta at:

  • tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og royndir innan fyrisiting
  • tú dugir at samskifta á skandinaviskum (danskt, norskt ella svenskt) og enskum, bæði munnliga og skrivliga
  • tú hevur góð samstarvsevni
  • tú kann arbeiða sjálvstøðugt

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í norðurlendskum ella altjóða samstarvi, og áhuga/kunnleika til náttúru, umhvørvi og veðurlag.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv, og verður sett 1. desember 2022 ella skjótast til ber. Starvið er tíðaravmarkað til 31. desember 2024. Setanarstað er Umhvørvisstovan.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF/AKF.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 5. oktober 2022. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til starv@us.fo. Viðmerk teldupostin “NBM samskipari”.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Siggu Jacobsen, tlf. +298 23 43 46, teldupost: siggaj@us.fo.

 

Samskipari til Norðurlendska arbeiðsbólkin fyri lívmargfeldi