140x140

Málsviðgerði til Vernd

 

Málsviðgeri til deildina Vernd á Umhvørvisstovuni 

Umhvørvisstovan søkir starvsfólk til deildina Vernd. Talan er um fjølbroytt og avbjóðandi starv innan umhvørvisøkið, ið verður sett skjótast til ber.

 

Deildin arbeiðir við náttúru- og umhvørvisvernd. Okkara visjón leggur m.a. dent á,

  • at verja og varðveita margfeldið í náttúruni,
  • at fremja burðardygga framleiðslu og endurnýtslu,
  • at  fyribyrgja og avmarka dálking frá virkjum og virksemi, eitt nú ídnaði, aling, skipum og øðrum virksemi á landi og á sjónum,
  • og at okkara avgerðir byggja á bestu tøku vitanina og haldgóðar fyrisitingarligar mannagongdir. 

 

Starvið

Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi, og fevnir m.a. um

  • at gera umhvørvisgóðkenningar til dálkandi virki og virksemi og hava eftirlit við virkjum, eitt nú orkuverkum, viðgerð av burturkasti o.ø.
  • at viðgera umhvørvisárinsmetingar í sambandi við útbyggingar á orkuverkum, havnarløgum o.ø.,
  • at gera hagtøl og uppgerðir,
  • at vegleiða borgarar, virki og kommunur í umhvørvisviðurskiftum,
  • at vera við í norðurlendskum og altjóða arbeiðsbólkum um náttúru- og umhvørvisviðurskifti.

 

Talan kann eisini verða um aðrar uppgávur treytað av førleikum og áhuga.

 

Førleikar

Tú hevur útbúgving sum umhvørvisverkfrøðingur, verkfrøðingur, lívfrøðingur ella líknandi. Tú kanst arbeiða tvørfakliga og við fjølbroyttum uppgávum. Kunnleiki og áhugi fyri náttúru- og umhvørvisvernd og tøkni eins og royndir frá almennari fyrisiting eru fyrimunir.

 

Tú hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum. Tað er umráðandi, at tú dugir væl at orða teg skrivliga. Tú hevur góðar telduførleikar og koyrikort til bil.

 

Umsókn
Skrivlig umsókn, saman við prógvum og øðrum viðkomandi skjølum, skal sendast við telduposti til starv@us.fo og vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 15. august 2022 viðmerkt ’Málsviðgeri til Vernd"

 

Starvið verður flokkað sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Katrin Haraldsdóttir Jensen, virkandi deildarleiðara á Vernd  ella til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra. 

 

Um vernd
Við støði í umhvørvisverndarlógini, havumhvørvisverndarlógini, parti av elveitingarlógini og viðkomandi kunngerðum arbeiðir deildin Vernd við náttúru- og umhvørvismálum í breiðum høpi, eitt nú at veita umhvørvisgóðkenningar til dálkandi virkir og at hava eftirlit við teimum, viðgera árinsmetingar, viðgera spillivatnsætlanir hjá kommunum og saman við kommununum at samskipa fyribyrging og týning av rottu. Vernd ger eisini uppgerðir av útláti av vakstrarhúsgassi fyri Føroyar umframt gransking og skráseting av dálkandi evnum í náttúruni. Deildin luttekur í lógararbeiði saman við ráðnum, luttekur í norðurlendskum og altjóða samstarvi innan fyrisiting og gransking á náttúru- og umhvørvisøkinumog samskipar norðurlendskt arbeiði innan náttúruvernd. Á deildini eru 12 starvsfólk.​

 

Málsviðgerði til Vernd