140x140

Deildarleiðari til Vernd

 

Umhvørvisstovan søkir eftir leiðara til deildina Vernd. Talan er um eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv innan náttúru- og umhvørvisøkið, ið verður sett skjótast til ber.

Deildin arbeiðir við náttúru- og umhvørvisvernd. Vit virka fyri at fyribyrgja og avmarka dálking frá virkjum og virksemi, eitt nú ídnaði, aling, skipum og øðrum virksemi á landi og á sjónum. Í visjón okkara verður m.a. lagdur dentur á at fremja burðardygga framleiðslu og at varðveita margfeldið í náttúruni. Vit gera uppskot til lógir og kunngerðir og luttaka í norðurlendskum og altjóða samstarvi innan fyrisiting, gransking og menning á náttúru- og umhvørvisøkinum. 

Vit leita eftir einum virkisfúsum og dugnaligum fakfólki, sum saman við starvsfeløgunum evnar at seta framsøkin mál og røkka teimum.

Sum deildarleiðari á Vernd verður tú eisini partur av leiðslubólkinum á Umhvørvisstovuni, har tú fært høvi til at luttaka í neyðugum tvørgangandi virksemi fyri at búgva stovnin til broytingar, sum koma.

Førleikar
Vit ynskja okkum ein deildarleiðara, sum hevur viðkomandi hægri fakliga útbúgving og rímiliga drúgvar fakligar og fyrisitingarligar royndir á náttúru- og umhvørvisøkinum. Skeið ella útbúgving í fyrisiting telur til fyrimuns. Somuleiðis leggja vit dent á, at tú hevur góðar førleikar at samstarva, seta kós og leiða og at tú dugir at síggja heildina - tó eisini við ansi fyri smálutunum.

Umsókn
Skrivlig umsókn, saman við prógvum og øðrum viðkomandi skjølum, skal sendast við telduposti til starv@us.fo og vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 15. august 2022 viðmerkt ’Deildarleiðari til Vernd"

Starvið er flokkað sum deildarleiðari sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, á tlf. 234388 ella við at skriva til sigurdj@us.fo

Um vernd
Við støði í umhvørvisverndarlógini, havumhvørvisverndarlógini, parti av elveitingarlógini og viðkomandi kunngerðum arbeiðir deildin Vernd við náttúru- og umhvørvismálum í breiðum høpi, eitt nú at veita umhvørvisgóðkenningar til dálkandi virkir og at hava eftirlit við teimum, viðgera árinsmetingar, viðgera spillivatnsætlanir hjá kommunum og saman við kommununum at samskipa fyribyrging og týning av rottu. Vernd ger eisini uppgerðir av útláti av vakstrarhúsgassi fyri Føroyar umframt gransking og skráseting av dálkandi evnum í náttúruni. Deildin luttekur í lógararbeiði saman við ráðnum og samskipar norðurlendskt arbeiði innan náttúruvernd. Á deildini eru 12 starvsfólk.​

Deildarleiðari til Vernd