140x140

Flutningur av vøru til rottufríar oyggjar

Fyri at økja um trygdina fyri, at vøra, sum kemur til rottufríar oyggjar, ikki er fongd við rottu, hevur Umhvørvisstovan heitt á virkir, heilsølur og handlar, um at fylgja hesi mannagongd, tá vøra verður pakkað og merkja hana við serligu etikettini, sí longur niðri.

Vegleiðing tá vøra verður send til rottufría oyggj:

 
HEILSØLAN/HANDILIN
   1. Kanna vøruna væl (Visuell inspektión. Er tekn um rottu? Er hol á vøru?).
   2. Pakka vøruna við plastfoliu, soleiðis, at øll vøran er dekkað (eisini platturin, so rotta ikki sleppur inn undir plattin). 
   3. Fyll út etikettina ”Eftirlit við vøru til rottufríar oyggjar”
  • "Sendari": Skriva navni á heilsølu/handli
  • "Er vøran heil og óskalað": Skriva "Ja" (annars kann vøran ikki sendast!)
  • "Vátta": Skriva undir og dagfest
   4. Set etikettina á innpakkaðu vøruna.  
   5. Pakka vøruna sama dag, sum hon verður send.
   6. Vøran skal í størst møguligan mun standa innandura til hon verður send.
 
FLUTNINGUR
   7. Um vøran ikki fer avstað beint sum hon er pakkað (og merkt við etikettini), men hevur staðið eina tíð á goymslu ella úti, t.d. á eini kai ella við ein tyrlupall, skal tann, sum flytur vøruna víðari, kanna vøruna (Visuell inspektión. Er tekn um rottu? Er hol á vøru?) og vátta á etikettini, at vøran er heil og óskalað, áðrenn hon verður flutt víðari.
   8. Um vøra fær skaða undir flutningi, eigur flutningsfólkið, ella tann, sum tá hevur vøruna um hendi, beinan vegin at bøta um skaðan, t.d. klistra fyri, og skriva viðmerking um hetta á etikettina. 
 
MÓTTAKARIN
   9. Um móttakarin varnast, at vøran ikki er heil og óskalað, eigur móttakarin at kanna vøruna serliga væl, ella senda hana aftur til sendaran. 
 10. Um eingin etikett er á vøruni, eigur móttakarin at gera vart við tað hjá heilsøluni/handlinum, ella hjá Umhvørvisstovuni
 11. Um tann, sum hevur flutt vøruna til oynna, ikki hevur váttað á etikettini, eigur móttakarin at gera vart við tað hjá heilsøluni/handlinum, ella hjá Umhvørvisstovuni.
 
Undantøk, tá ikki er neyðugt at seta etikett á vøru:
  • vøra, sum privatpersónur tekur við sær
  • vøra, sum eyðsæð ikki kann vera fongd við rottu, t.d. smærri pakkar, sum ikki innihalda fóður ella føði annars.
 
Bílegg etikettir
Umhvørvisstovan hevur gjørt avtalu við Føroya Prent um samprent, so handlar og heilsølur kunnu bíleggja etikettir fyri ein lægri kostnað. 
Bílegging fer fram við at senda ein teldupost til info@foroyaprent.fo.
Kostnaður (sept. 2021):
  • 500 eint., kr. 2.145,-
  • 200 eint., kr. 1.795,-
  • 100 eint., kr. 1.425,-
Allir prísir eru uttan mvg. 
Eisini ber til at skriva etikettina út sjálv/ur, trýst her og fá fram pfd fílu
 
 
Tá vøran kemur fram til móttakarin, gevur etikettin ávísa trygd fyri, at serligt ansi er tikið, tá vøran varð pakkað og í sambandi við flutning.
 
Dømi: Vøra av heilsølu í Havn, sendast til Mykinesar við tyrlu:
           
 
  • Heilsølan pakkar vøruna smb. mannagong d, koyrir etikett á og váttar.
  • Førarin av flutningbili kannar vøruna áðrenn hon fer umborð; váttar á etikettini, at vøran er heil og óskalað og koyrir hana vestur á flogvøllin. (Hetta pkt. er bara neyðugt, um vøran ikki verður koyrd í flutningsbilin beint sum hon er pakkað.)
  • Atlantic Airways kannar vøruna áðrenn hon fer við tyrluni, og váttar á etikettini, at vøran er heil og óskalað. Um vøran fer við báti, er tað ein av manningini á bátinum, sum kannar og váttar.
  • Tá vøran kemur til Mykinesar, skal starvsfólkið á tyrlupallinum kanna vøruna og vátta á etikettini, beint eftir at vøran er komin. (Hetta pkt. er bara neyðugt, um móttakarin av vøruni ikki er til staðar tá tyrlan kemur.)
  • Móttakarin kannar vøruna og etikettina tá hann/hon fær vøruna.
 

 

 
 
Í Føroyum er 11 oyggjar, har eingin rotta er: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúvoy, Stóra Dímun og Lítla Dímun.
Tað hevur sera stóran týdning at fyribyrgja, at rotta fær fótin fyri seg á hesum oyggjum. Kemur rotta til hesar oyggjar, verður tað til óbótaligan skaða fyri fuglastovnarnar. 
 
Kunngerð nr. 147 frá 16. november 2017 um fyribyrging og týning av rottu setir krøv til heilsølur, handlar og o.o., sum senda vøru til rottufríar oyggjar og til øll, sum flyta fólk, fæ og farm til hesar oyggjar.
  • § 7, stk. 1 Øll, sum flyta fólk, fæ ella farm til rottufría oyggj, skulu tryggja, at rotta ikki verður flutt við teimum út á rottufría oyggj. 
  • § 7, stk. 4. Virki, heilsølur, handlar o.o., ið senda vørur til rottufría oyggj, skulu tryggja sær, at vøran ikki er fongd við rottu, og at vøran er pakkað og goymd soleiðis, at rotta ikki kann sleppa framat.
 

 

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Vøra til rottufríar oyggjar