140x140

Burturkast

Frá at burturkast stórt sæð antin varð tveitt á sjógv ella brent á opnum báli, er burturkastøkið í dag nógv betur skipað.

Allar kommunur hava innsavningarskipan til húsarhaldsburturkast, pappír og papp og serliga dálkandi burturkast, umframt at bingjupláss eru í øllum kommunum, har borgarar kunnu sleppa av við burturkast.

Nýtsluskylda

Øll skulu brúka innsavningarskipanirnar hjá kommuni ella teir avhendingarmøguleikar, ið kommunan vísir á.

Meginreglur fyri nýtslu og burturbeining av burturkasti:

  1. Minka um nøgdina av burturkasti - er t.d. at brúka minni av pakkitilfari
  2. Endurnýtsla - er t.d at endurnýta glasfløskur
  3. Endurvinning av tilfari - er t.d. at umsmelta alminiumsdósir
  4. Orkuendurvinning - er t.d. tá hiti frá brennistøðum verður brúktur til upphiting av húsum
  5. Burturbeining - er t.d. tyrving og brenning uttan orkuendurvinning

Góðkendir móttakarar av burturkasti

IRF og Tórshavnar kommuna hava umhvørvisgóðkenning til at taka ímóti burturkasti.

Í kommunum, ið eru limir í IRF, skulu borgarar lata burturkast inn á kommunala bingjuplássi, meðan borgarar í Tórshavnar kommunu skulu lata burturkast inn á Endurnýtsluna á Hjalla.

Umframt IRF og Tórshavnar kommunu, eru fýra privatar fyritøkur eisini góðkendir móttakarar av burturkasti, sí talvu niðanfyri. Góðkenningin er tó avmarkað til tey í talvuni tilskilaðu sløgini av burturkasti. 

Virki Slag av burturkasti Móttøkustaður
En-Tek Skrot og káplar

Vesturrás 6, Fuglafjørður.

Sp/F Vígdis Jarn og metal Skoragøta 1, Rituvík.
Sp/F 12-08-09

Jarn og metal

Skip til upphøggingar

Skálafjarðavegur, Skálafjørður.

Monteringskaiin, Skála.

Fa. Endurvinn

Jarn og metal
Trol og nótir

Brýnið, Fuglafjørður.

 

 

 

 

 

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

NMR 2