Fram til 1. juli 2021 útgevur Geodatastyrelsen sjókortrættingar. Sjókortrættingar fáast einaferð um vikuna frá Søfartsstyrelsen við at skráseta seg her
Galdandi siglingarfráboðanir og ávaringar í Føroyum síggjast hjá Søfartsstyrelsen og hjá Vørn.
Eftir 1. juli 2021 útgevur Umhvørvisstovan sjókortrættingar á hesi síðuni.
Sjókortrættingar 2021 (leinkja ikki tøk). Fílan vísir allar sjókortrættingar í verandi ári.
Fílurnar niðanfyri vísa allar rættingar fyri hvørt einstakt sjókort, síðan tað seinast varð prentað.
Tað er sera tydningarmikið fyri trygd á sjónum, at einans nýggj og dagførd sjókort og siglingarrit verða nýtt.
Sjókort, sum verða keypt, eru bert dagførd til rætting sum sæst niðast í vinstra horni. Brúkarin má dagføra sjókortið við rættingum útgivnar eftir at sjókorti er penta.
Til ber at skráseta seg til mótøku av teldubræv frá Søfartsstyrelsen, fyri at fáa galdandi siglingarfráboðanir, ávaringar og seinastu sjókort rættingar í Føroyum.